Ólavur Riddararós

Ólavur ríður eftir bjøgunum fram
kol og smiður við
fann hann upp á eitt álvarann
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig

Út tá kom eitt tað álvafljóð,
kol og smiður við
flættað hár á herðar dró
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig

"Ver vælkomin, harra Riddararós
kol og smiður við
kom og dans og kvøð fyri os"
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig

("Eg kann ikki meira hjá álvum vera
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera")

"Vilt tú ikki meira hjá álvum vera,
kol og smiður við
sjúkan skal eg títt brúdleyp gera"

"Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
kol og smiður vid
enn eg vil sjey vetur liggja á strá."
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig

Hon skonkti honum í drykkjuhorn
kol og smiður við
har fór í tað eitukorn
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig
ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv
dansið lystillig



Credits
Writer(s): Dp, Heri Joensen
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link