Ormurinn Langi

Viljið tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,

um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Knørrur var gjørdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:

sjútti alin og fýra til,
var kjølurin millum stevna.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:

"Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

"Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,

Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

"Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,

tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Einar spenti triðja sinni,
æt ar jall at raka,

tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg undrar:

"Hvat er tað á mínum skipi,
so ógvuliga dundrar?"

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Svaraði Einar Tambarskelvir
kastar boga sín

"Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín!"

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni;

nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir leggi í minni!

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring

Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.



Credits
Writer(s): Jens Christian Djuurhus, Traditional
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link