Dansa Í Náttini

Minnist eina tíð
Full av vøkrum vónum
Heimurin lá opin fyri mær
Vildi sleppa út
Fjakka púra frælsur
Kenna tað at liva
Uttan bond
Bara vera

Óskyldin og fávitskan
Vóru mínar
Drakk av tí sum kom
Fjøtraður av ongum
So líðandi birtist rødd í mær
Og hon segði
Tú kanst vera
Tað tú vilt
Tú ert fríur

Tað er myrkt og kalt í nátt
Býurin ræðir meg
Hann vil eta meg livandi
Ongin flýggjan er møgulig
Náttarmyrkrið eltir meg
Sýgur meg inn í seg nú

Tey síggja út sum spøkilsi
Fólkini ið støplast har
Tómir hamar í ørviti
Tær minna mest um eiturorm
Grýmurnar ið skríggja at mær
Eg hvørvi inn í myrkrið nú

Dansa í náttini
Eiga hana nú
Til tað lýsir í
Dansa í náttini
Eiga hana nú
Líka til tað lýsir í



Credits
Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link