Góðvarin Mynd

Onkuntíð kann eg bara ganga og leingjast
Eftir einum stað har alt gevur meining
Har verðin er góð
Uttan neyð, uttan líðing
Eitt fullkomið stað
Uttan fjáltur og ræðslu

Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl
Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
Men orsakið meg, tá eg flýggi í
Fjákutar dreymar

Hvat um vit nú øll bara valdu at verða
Tað vit droyma um, innast inni í okkum
Eitt lív uttan tvang
Ber væl til um vit vilja
Har eg eri eg
Og tú ert tú uttan iva

Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl
Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
Men orsakið meg, tá eg flýggi í
Fjákutar dreymar



Credits
Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link