eg gleði meg at sakna teg

eg gleði meg
at sakna teg
tá ið sólin sær á tína síðu
av songini
og eg rembi mær
uttan at hugsa um
hvat eg ljóði sum
og síggi út

eg leingist so
eftir at sakna teg
tá eg veit
nær tú seinast helt um meg
og orðini hanga á rað
uttast á tunguni
millum mítt og títt
fornermaða lag

vit hava góða tíð
sært tú tað blómar enn?
tá ið grasið gulnar hesumegin
kunnu vit flenna í senn
hyggja aftur á
tí sært tú tað blómar enn?
eg við hjartanum í lummanum:
"er tað ov tíðliga enn?"

eg gleði meg
at sakna teg
tínar hendur á mínari síðu
síggi fyri mær
at tú keypir inn
eitt lítið rundstykki
og ein kaffikopp
við havramjólk í

vit hava góða tíð
sært tú tað blómar enn?
tá ið grasið gulnar hesumegin
kunnu vit flenna í senn
hyggja aftur á
tí sært tú tað blómar enn?
eg við hjartanum í lummanum:
"er tað ov tíðliga enn?"



Credits
Writer(s): Dania Oddmarsdottir Tausen, Arnold Ludvig
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link