eg vil frysta løtuna (feat. Ragnar Finsson)

Eg leyp avstað
At møta øðrum fólki
Eg visti ikki hvat tað fór at enda við
Men nú eru vit her
Men nú eru vit her

Sig mær hví vil eg vita alt um teg
Síggja teg allatíð
Renna inn í teg á gøtuni
Sita uppi og tosa við teg um næturnar
Eg vildi læra
Av fólki eg ikki kendi
Hvussu kann eg nakrantíð fara aftur heim
Nú tá eg eri her
Nú tá vit her

Sig mær hví vil eg vita alt um teg
Hevur tú tað líka
Ella vilt tú heldur rýma
Er tað bara eg?

Sig mær
hvat hendir tá vit vita alt
Hava svarað øllum spurningum
tosað til ljósnar
Kann tað enda so?

Eg vil bara vita hvat tú heldur um...

Verðina
Er hon góð
Ella ring
Jørðina
Er hon við at skrambla saman
Er hon okkara ting
Sum vit tosa um alla náttina

Er hon góð
Ella ring
Sum vit tosa um alla náttina

Kann eg taka mynd av tær
í hesu einu løtuni
Tá vit bara sóu tað
Góða í báðum eygum

Eg vil frysta løtuna
Eg vil ikki hon skal enda
Eg vil bara frysta løtuna
(Er hon góð ella ring)
Eg vil ikki hon skal enda
Nakrantíð
Eg vil ikki at hon skal enda
(Sum vit tosa um alla náttina)
Eg vil ikki hava hon skal enda
Nakrantíð



Credits
Writer(s): Ragnar Finsson, Dania Oddmarsdottir Tausen, Benjamin Dalheim Djurhuus
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link