leyst loft

Tá regnið rann oman
Og eg helt at einki hendi
Við mær nakrantíð

Eg helt eg saknaði teg í vár
Og í morgin endiliga var í gjár

So var ikki
Tí eg hugsi um teg hvønn dag

Eg helt eg vaknaði við tær í ár
Og at minnið endiliga var dýnuvár

(Instrumental)

So var ikki
Tí eg hugsi um teg hvønn dag
So var ikki
Tí eg hugsi um teg hvønn dag

Tá hárið lá í fløkjum
Og bibburnar tær krossaðust
Tá loftið hekk í leysum
Og eg helt eg sá stjørnurnar
Millum sprekkurnar

So var ikki
Tí eg hugsi um teg hvønn dag
So var ikki
Tí eg hugsi um teg hvønn dag



Credits
Writer(s): Katrina Olsen, Ari Johannesen
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link