Tilvild

Um tú vart eg
so visti tú
at øll mín verð snýr seg
um meg
um gerandisting
sum at dustsúgva hvørja viku
at klippa mítt hár, so eg síggi snøggur út
at flyta mín bil, so eg ikki fái bót

Men tú ert har
Og eg eri her
tilvildin valdi so.

Um tú vart eg
so sást tú skjótt
øll tey rættindi
eg taki fyri givið hvønn dag
sum at siga tað, eg hugsi
at velja mín Gud ella vraka henda sama
at hata mín kong ella tæna honum væl

Men tú ert har
Og eg eri her
tilvildin valdi so.

Meðan eg hugsi um bil
spyrt tú, hví tú ert til
meðan eg hugsi um hár
hevur tú sitið inni í fleiri ár.



Credits
Writer(s): Petur Haberg
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link