Legg Ikki Í

Skuldi tað gingið ein vika ella tvær
Tú meg í býnum, á gøtuni ei sær
Legg ikki í, legg ikki meira í tað
Havi helst tað mesta her á staðnum sæð
Tað er neyvan nakað nýtt undir sólini hvønn dag
So legg ikki í, legg ikki meira í tað

Tíðin gongur, hvør kann fylgja við?
Skulu vit geva hvørjum øðrum frið?
Øll hava altíð nokk í sjálvum sær
Tað er ikki persónligt, tað er bara so
At lívið gongur og finnur sítt flog
Í øllum tí sum er, og tí sum var

Skuldi tað gingið ein máni ella tveir
Vit koma ikki saman, síggjast ikki meir
Legg ikki í, legg ikki nakað í tað
Havi sagt tað mesta, kanska meir enn nokk
Her er einki nýtt at frætta, tað sigst at verða gott
Legg ikki í, nei, legg ikki meira í tað

Eg malið um meg sjálvan á mínu ferð
Og eri eg ein partur av tíni verð?
Og kosmos er eitt stað í tær og mær
Vit blóma og følna til sína tíð
Saman við teimum vit leggja í
Hvør máni er so fjarður og so nær

Skuldi tað gingið eitt ár ella tvey
Eg ynskti tú spurdi hvar dagur bleiv
At tú leggur í, leggur nakað í tað
Vit kunnu ikki trína dansin undir mól
Og lívið er gávan vit eiga her á fold
At vit leggja nakað í hvønn annan í dag

Hvør roynir sum frægast at geva sær tíð
At hava eitt lív sum meining er í
Og løtan hon er altíð her og nú
So seta vit kós frá degnum í gjár
Í gjøgnum vikur, mánar og ár
Undir sjálvu stjørnuni eg og tú
So seta vit kós frá degnum í gjár
Í gjøgnum vikur, mánar og ár
Undir sjálvu stjørnuni eg og tú



Credits
Writer(s): Steintor Rasmussen
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link