Dulleiðarin

Tað øvuta av mær er ikki tú
Tað øvuta av tær er ikki guð
Dulleidd í myrkrið av onkrum myrkum
Sloppin at síggja við eygum

Dimmorkan dregur ongan heim
Uttan til sína óverð
Dulleiðarin dregur øll við sær
Har sum eingin veit hvar man fer

Stillið leggur seg yvir alt ljóðið
Andlit smílast til gøturnar
Sum tey plagdu at traðka á
Nú eru tey farin heim

Dimmorkan dregur ongan heim
Uttan til sína óverð
Dulleiðarin dregur øll við sær
Har sum eingin veit hvar man fer
Dimmorkan dregur ongan heim
Uttan til sína óverð
Dulleiðarin dregur øll við sær
Har sum eingin veit hvar man fer



Credits
Writer(s): Liggjas Olsen, Rebekka Petersen
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link