Longsul

Hoyrir tú meg nú
Kalla á teg
Her eru portur
Tú ert beint har
Men hoyrir meg ei
Hoyrir meg ei

Ein longsul er í mær
Stavar frá fornari tíð
Tað er ein flótandi kensla
Sum skiftir skap allatíð
Hann tølir og dømir
Er opin og hvørvin í senn
Hann er ein loyndarfull gáta
Sum eg ikki rúmi heilt enn

Ferðist við tær nú
Alskyns myndir
Birtast í okkum
Tú ert beint har
Eg síggi teg ei

Ein longsul er í mær
Stavar frá fornari tíð
Hann letur seg ikki skilja
Tí hann birtist støðugt av ný
Hann tølir og dømir
Er opin og hvørvin í senn
Hann er loyndarfull gáta
Sum eg ikki rúmi heilt enn
Og tú kanst bara fyrigeva
Fyrigeva mær
Og tú kanst bara fyrigeva
Fyrigeva mær



Credits
Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link