Flóttin

Dugir tú
At vera kaldur, tá ið tú sært á skíggjanum
Hjartkipt flýggjandi fólk
Druknaði børn
Tað er nú tað er her
Tað er sum jørðin er í stríð við sjálva seg
Bæði gudar og menn
Berjast í senn

Tú sigur
Slappa av
Hvat er galið her hjá tær
Tú sigur slappa av
Vit hava tað jú fínt
Og teirra neyð
Er onki tú kanst gera við
Tú skalt passa teg

Dugir tú
At yppa øksl og venda blinda eygað til
Lata tey vera tey
Livandi deyð
Har er líðing og neyð
Tað er sum mannaættin vill og frumkend er
Ampin sum er í mær
Er har í tær

Eg kenni máttloysi
Taka búgv í míni sál
Og dapra vónloysi
Er um at vinna tá

Tú sigur
Slappa av
Hvat er galið her hjá tær
Tú sigur slappa av
Vit hava tað jú gott
Og teirra neyð
Er onki tú kanst gera við
Tú skalt passa teg



Credits
Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link