Ekkókamarið

Leiti mær inn í ein heim
Har ið øll halda tað sama
Finni har øll míni svar

Har er bara svart og hvítt
Har kann eg kenna meg tryggan
Gloyma mín iva

Ekkokamarið - er nú mín verð
Kenni bara tey, sum eru inni her
Vit hava funnið svarini ið greiða alt sum er
Hava sæð ljósið - vildi at øll sóu tað

Laði mær ein høgan múr
Byrgi meg inni frá øllum
Einki kann skala meg har

Handan múrin búgvi eg
Har havi eg mína holu
Fylli í hvørja rivu

Verður skræddur sundur
Í óteljandi bitar
Eg svinni í einki og missi meg burtur
Er nakað eftir av mær?
Ein villiniborg er mítt innasta hjarta
Bara blindar gøtur har
Finni ongan útveg

Ekkokamarið - vísir mær veg
Kenni bara tey, sum eru júst sum eg
Vit hava funnið, tað sum fer at gera alt so gott
Hava sæð ljósið - vildi at øll sóu tað



Credits
Writer(s): Mikael Blak, Hans Jacob Kollslid, Hedin Ziska Davidsen, Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link