Falli Til Jarðar

Okkurt flutti meg yvirum ánna
Setti fótin trygt á nýggja strond
Hoyrdi hvussu flóðin fór at vaksa
Losnaðu øll hugans vanabond

Fingurin, sum peikar upp á mánan
Vísir bara hvar eg hyggja skal
Eg má sjálvur læra meg at síggja
Um mítt foldarlív skal eydnast væl

Falli til jarðar, røkki ei upp
Enn eingin sigur komin at vera
Glottar av lívi geva mær vón
At eg skal fáa sannari sjón

Men alt í einum ert tú bert eitt útskot
Øll tilveran ein fløkja er
Tað er sum hjartað stendur til at bresta

Tú sært hin frælsa fuglin flúgva
Sært at alt so vakurt er
Men tú ert uttanfyri, røkkur ikki
Inn har, ið friður er

Falli til jarðar, røkki ei upp
Enn eingin sigur komin at vera
Glottar av lívi geva mær vón
At eg skal fáa sannari sjón

Eg falli til jarðar, røkki ei upp
Enn eingin sigur komin at vera
Glottar av lívi geva mær vón
At eg skal fáa sannari sjón

Eg falli til jarðar



Credits
Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link