eg burdi keypt mær hús í bergen

At vakna á eini oyggj
Er ikki altíð á einum sandi
At liggja og sveiggja í eini koyggju
Og drekka saft undir parasol

At liva á eini oyggj
Verða føddur og eisini doyggja
Har øll tú kennir tey vaksa upp
Og koyra langt undir 80 í tunlum

At standa í eini handli
Við vátum jakka
Og einum gomlum sjeiki
í einum busskýli, í eini bíðirøð
í forhøllini hjá TAKS

*Telefonsvarari*

At ganga á eini oyggj
Har hvør ein rørsla
Hon verður eygleidd
Lítlar broytingar taka ævir
Og øll tey ganga í somu klæðum

At búgva á eini oyggj
og royna at lenda á henni í stormi
Síggja fólkini vinka har niðri
Meðan tú í luftini situr og hugsar:
Eg burdi keypt mær hús í bergen
Eg burdi keypt mær hús

At vakna
Og liva
At ganga
Og búgva
At vera
Og standa
Og finna seg í

Fyri summi er her oyðið
Fyri onnur er her fult
Fyri summi er náttúran
Har úti onkrastaðni
Og ikki innaní

*Telefonsvararar*

At vera av eini oyggj
Er at halda at tú ert serlig
At eingin annar er heilt sum tú
Og øll tey kenna teg har tú stendur

At standa á eini oyggj
á brotnum flaka við ongum árum
Ein leysur klettur í átjan pettum
á opnum havi
Við øðrum fólki
Sum øll eru sum eg og tú
Sum øll eru sum eg og tú

At vakna
Og liva
At ganga
Og búgva
At vera
Og standa
Og finna seg í

Fyri summi er her lítið
Fyri onnur er her stórt
Fyri summi er náttúran
Har úti onkrastaðni
Og ikki innaní



Credits
Writer(s): Dania Oddmarsdottir Tausen, Benjamin Dalheim Djurhuus
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link