nú eru vit tvey fólk

Eg haldi tú venur teg av við meg
Fyllir dagin uttan meg
Eg geri tað sama

Eg royni at klára meg uttan teg
So longsul ikki rakar meg
Livi lívið skjótari
Nú eru vit tvey fólk
Sum ikki vita
Hvussu hin hevur tað

Eg haldi tú sært hvat er úti har
Og svarar øllum uttan mær
Eg geri tað sama

Og venji meg við tankan uttan teg
Har onki minnir teg um meg
Livi lívið skjótari
Nú eru vit tvey fólk
Sum ikki spyrja
Hvussu hin hevur tað

Uttanfyri rútin nærkast øll, vit ikki hava møtt

Men tey eru eisini fólk
Sum kunnu gloyma
Hvussu tú hevur tað



Credits
Writer(s): Ragnar Finsson, Dania Oddmarsdottir Tausen, Benjamin Dalheim Djurhuus
Lyrics powered by www.musixmatch.com

Link